Sjálvsálitið er í toppi

Bárður Olsen, sum aftur hesa ferð var sentralur hjá EB/Streymi, segði seg alla tíðina trúgva upp á, at tað skuldi bera til at fáa HB aftur

Fótbóltur

Miðvallarin var tó skjótur at ásanna, at har stóð einki til, tá HB eftir bara 17 minuttum hevði skotið seg upp á 2-0.
 Eg hugsaði við mær sjálvum, at nú er heilt galið. Men tað gekk tó ikki so leingi, áðrenn vit aftur komu við í dystin. Og eg haldi eisini, at vit allir trúðu upp á møguleikan. Ikki minst, tí vit fleiri ferðir í ár eru komnir aftur, eftir at hava verið aftanfyri.
Tað eydnaðist eisini hjá EB/Streymi at fáa eitt stig við sær úr Gundadali, og Bárður dylur ikki fyri, at hetta eru teir á liðnum nøgdir um.
 Soleiðis, sum dysturin gekk, so haldi eg, at vit eru øgiliga væl nøgdir. Og ivaleyst eru vit betri nøgdir enn mótstøðumenninir, sum jú mistu sína leiðslu.
Dysturin í Gundadali var fyri tað nógva merktir av eini sera høgari leikferð. Ikki minst moti dystarenda, har báðir partar áhaldandi royndu at skapa sær møguleikar. Ein gongd, sum eisini gjørdi dystin ómetaliga strævnan viðgekk Bárður.
 Vit royndu alla tíðina, men eg haldi tó ikki, at vit skaptu so nógv, eftir at vit høvdu javnað. Eg veit ikki, um vit duttu ov langt aftur, men í øllum førum gjørdist talan alla tíðina um øgiligt rennarí. So fyri okkara viðkomandi var talan heilt greitt um tann dystin í ár, har ferðin hevur verið hægst.