Tony Paris stendur høgt í metum í Klaksvík. Skuldi nakar ivast, so var hesin ivin burtur, tá bretin undir buldrandi klappsalvum varð móttikin sum hálvur frelsari, tá navn varð sett á komandi høvuðsvenjaran. Ein høvuðsvenjari, sum er kanska týdningarmiklasti liðurin í at røkka málinum um, at KÍ í 2009 skal vera besta felagið í landinum.
Straight to business
Og sjálvur tykist Paris heldur ikki at vera bangin fyri stóru vónunum, sum eru tengdar at honum.
- Áðrenn eg sigi nakað, so lati eg meg úr jakkanum. Hetta er eitt tekin um, at menn fara til arbeiðis. »And business starts right now«
Byrjunarsetningurin kundi neyvan verið greiðari og meira málsøkin, og í stuttu røðu sínari legði venjarin eisini dent á, at hann ikki vil lata sín part liggja eftir.
- Eg havi fylgt væl við, hvussu KÍ hevur staðið seg seinnu árini. Og tað hevur ikki altíð verið eins hugaligt. Tað vóru eisini fólk, sum hildu meg vera svakan, tá eg fór at umhugsa tilboðið. Tey søgdu mær, hvussu gott starv eg hevði. Hvussu høgt eg stóð í metum í Klaksvík, og at alt annað, sum var verri enn 1999 fór at minka um hetta umdømi.
- Tað kann eisini vera, at tey hava rætt, men eitt umdømi í sjálvum sær gevur jú einki. Avbjóðingin við at koma til Klaksvík aftur og royna at endurtaka sigrarnr, var ov stór, til at eg kundi siga nei. Hetta er veruliga nakað, sum eg ynski at gera. Og móttøkan, sum eg havi fingið í Klaksvík, nú eg havi vitjað aftur, hevur sannført meg seinasta pettið.
Vil enda ordiliga
Og so avdúkaði bretin eisini, at tað hóast alt eisini liggja nakrar kenslur aftanfyri, nú hann enn einaferð kemur til KÍ.
- Hesa ferð verður arbeiðið øðrvísi. Í 1999 var tað nærum, sum ein hernaðaratsókn. Eg kom til felagið. Eg gjørdi mítt arbeiði, og fór so víðari. Longu mánadagin eftir, at greipan var fingin til høldar, var eg burtur aftur. Og tað kundi eg ynskt mær øðrvísi.
- Hesaferð verður setningurin størri í so máta. Eg skal í størri mun vera við til at skapa karmarnar. Hugsa um undirstøðiskervið í sjálvum felagnum. Og ikki minst eisini taka lut í menningini av ungdómsarbeiðnum. Tað er jú sjálvt grundarlagið undir einum og hvørjum felag, helt Paris, sum tó ikki er í iva um, at hetta er ein avbjóðing, sum hann er førur fyri at lyfta.
- Tað fer at krevja knallhart arbeiði, og tað er ikki víst, at úrslitini koma alt fyri eitt. Men eg eri púra vísur í, at tað fer at eydnast. Eg vísti í 1999, at eg var besti venjarin í landinum tað árið. Og eg ætli mær enn einaferð at vísa hetta. Og tað kann best gerast við at fáa KÍ upp aftur á tindarnar. Men fyrst skal eitt arbeiði gerast í ár. Hvør einasti spælari skal vita, at málið nú er at halda sær í deildini. Tað málið er sjálvum sær eins týdningarmikið sum nakað annað. Og mín áheitan til hvønn tann einasta spælara her er, at tann setningurin verður røktur bæði væl og virðiliga, segði Tony Paris at enda, áðrenn lógvabrestirnir enn einaferð rungaðu í hugnaligu KÍ-caféini.