Sjálvræðið er drúgvasta tilfeingi hjá føroysku tjóðini.
Tað staðfesti tjóðveldisflokkurin á flokstinginum í Klaksvík hetta vikuskiftið.
Við herrópinum Virðisøking í vinnuni, ímillum fólk og ímillum tjóðir hevði tjóðveldisflokkurin floksting um vikuskiftið.
Á flokstinginum vóru tríggir gestarøðarar.
Steingrímur J. Sigfússon, íslendskur altingsmaður og formaður í flokkinum Vinstri-Grænir og fyrrverandi landbúnaðar- og samferðslumálaráðharri í Íslandi lýsti sín fulla stuðul til stríðið fyri føroyskum fullveldi og greiddi frá íslendsku sjálvstýrisgongdini.
Niðurstøða hansara er, at eftir at íslendingar tóku ræðið í egnum landi, hevur Ísland ment seg frá at vera fátækasta landið í vesturheiminum til at vera ímillum ríkastu londini í heimi. Hann vísti á, at hetta var sjálvræðinum fyri at takka. Hann lýsti sjálvræði og javnbjóðis samstarv millum tjóðir, sum týdningarmesta tilfeingið fyri eitt fólk.
Egil Olsen, stjóri í Faroe Marine Biotech vísti á teir ovurstóru møguleikar ið eru fyri at fáa virðisøking burturúr fiskivinnuni, um vit gagnnýta alt tilfeingið á fiskinum. Hann vísti á tær góðu royndir, ið longu eru gjørdar, og hvussu vit við biotøkni og hjávørum til matna kunnu skapa nýggjar inntøkur og vinnuvegir. Hann fýltist á, at Framtaksgrunnurin ikki verður brúktur til at gera verulig framtøk fyri nýggjar vinnuvegir í Føroyum, men ístaðin setir pengar í kreppuraktar fyritøkur og vinnur og brúkar pengar til at kappast við vinnulívsfólk í vinnuni.
Malena Arnholdsdóttir, forkvinna í Javna greiddi um Javna og hugsjónini um, at øll menniskju hava virðir og evni, ið kunnu mennast. Hon mælti til miðvíst at geva menningartarnaðum rætt til bústað og arbeiði, og at fáa greiningarmiðstøð setta á stovn.
Nýggj fólk í starvsnevnd
Á flokstinginum var eisini val til starvsnevnd og aðalstjórn floksins.
Jóannes Dalsgarð varð valdur formaður í aðalstjórnini, og næstformaður í starvsnevndini
fyri Heidi Petersen, sum nú situr á tingi.
Torbjørn Jacobsen varð valdur til politiskan næstformann fyri Heina O. Heinesen, sum ikki er á tingi longur.
Kristina Háfoss varð vald sum starvsnevndarlimur fyri Annlis Bjarkhamar, ið bar seg undan afturvali.
Starvsnevndini sostatt mannað soleiðis: Høgni Hoydal er formaður, Jóannes Dalsgarð er formaður aðalstjórnini og næstformaður í starvsnevndini, Torbjørn Jacobsen er politiskur næstformaður,
Áki Jacobsen er kassameistari, Heidi Petersen er starvsnevndarlimur vegna tingbólkin og
Kristina Háfoss er starvsnevndarlimur
Virðisøkja samfelagið
Í eini yvirlýsing eftir flokstingið staðfestir tjóðveldisflokkurin
?at sjálvræði er drúgvasta tilfeingi hjá føroysku tjóðini
? at við miðvísum loysingarpolitikki ber til at virðisøkja alt tilfeingi í Føroyum ? bæði vinnuliga sosialt og mentanarliga
- at Tjóðveldisflokkurin skal verja føroyska sjálvsavgerðarrættin, tryggja sosial rættindi hjá øllum samfelagsbólkum og berjast fyri at skapa eitt føroyskt vælferðarsamfelag, grundað á teir stóru møguleikar, ið eru fyri virðisøking í føroyskari vinnu
Flokstingið fegnast um, at Tjóðveldisflokkurin førir ein virknan og framrættaðan andstøðupolitikk við ítøkiligum uppskotum, ið vísa leiðina til eina frælsar Føroyar.
Flokstingið mótmælir harðliga, at høgravenda sambandssamgongan spjaðir og ræðir Føroya fólk, og at hon er farin undir miðvíst:
? at tøma føroyska sjálvræðið og lima okkum inn í danska ríkið
? at tøma føroyska vælferðarsamfelagið við at geva teimum vælbjargaðu fyrimunir, meðan verkafólkið skal bera allar byrðarnar
? at tøma alt sjálvsálit og allar hugsjónir úr føroyska samfelagnum
? og at tøma landskassan
Samstundis samdust tjóðveldisfólk um, at hesi politisku mál skulu hava høga raðfesting í politikki floksins fram móti loysing:
? framrættaður vinnupolitikkur og uppgerð við donsku kreppuloysnirnar
? sosial frambrot hjá veikastu samfelagsbólkunum
? íløgur í útbúgving og gransking
? íløgur í mentan
? umhvørvispolitikkur
? størri sjálvræði og fíggjarligt tilfeingi til kommunurnar
? økismening og útoyggjamenning