Sjálvmorðsbunba kravt 41 mannalív

41 fólk doyðu, og 45 onnur fingu skaða, tá ein sjálvmorðsbumba brast á einum marknaðartorgi í Swat-dalinum í Pakistan í dag. Myndugleikarnir í økinum siga, at ajálvmorðsbumbumaðurin sprongdi seg í luftina tætt við nøkur hernaðarakfør, sum stóðu við eitt marknaðartorg.

-Álopið var ætlað hermonnunum, og seks hermenn doyðu. Hini 35, sum doyðu, vóru sivilfólk, sigur ein talsmaður fyri myndugleikarnar.

Pakistanski stjórnarherurin hevur leingi verið í bardaga við Taliban í Swat-dalinum, og sambært myndugleikunum skuldu eingir víðgongdir islamistar verið eftir í økinum, skrivar BBC.