Sjálvmorðsbumbuspreinging í Teheran

Í minsta lagi 30 fólk doyðu, tá ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi seg í luftina í iranska býnum Chabahr í morgun. Hjálparfelagsskapurin Reyði Hálvmáni sigur, at minst 36 fólk hava latið lív, og at millum 50 og 60 fólk eru særd.

Almenna tíðindastovan Irna skrivar, at bumban var ætlað shiamuslimskum pílagrímum, sum vóru komnir saman at halda hátíðina ashura.

Býurin Chabahr er í landspartinum Sistan-Baluchestan, har meirilutin av fólkinum eru sunnimuslimar. Flestu iranar eru hinvegin shiamuslimar.