Sjálvmorðsbumba kravt 43 mannalív

Í minsta lagi 43 fólk doyðu, tá ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi seg í luftina í pakistanska býnum Khar í morgun. Myndugleikarnir siga, at maðurin sprongdi bumbuna beint við eina støð hjá ST-matvørustovninum WFP.

Løgreglan í Khar sigur, at umleið 60 fólk vórðu særd, og at fleiri kvinnur og børn eru millum tey deyðu og særdu. Sambært myndugleikunum var bumbumaðurin í burka.

Tað hevur verið sera ófriðarligt í Pakistan á jólum. Í gár doyðu 24 uppreistrarmenn í bardaga við herin, og í dag lógu 40 uppreistrarmenn eftirá í samanbrestum við herin.