Í minsta lagi 40 fólk doyðu, tá ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi seg í luftina í einari brúdleypsveitslu í afghanska landspartinum Kandahar. 77 onnur fólk vórðu særd. Ein talsmaður fyri myndugleikarnar á staðnum sigur við Reuters, at bumbumaðurin fór inn í veitsluhølið, har fleiri hundrað fólk sótu til borðs. Áðrenn nakar varnaðist nakað, sprongdi maðurin bumbuna, sum hann hevði uppi á sær.
BBC sigur, at maðurin sprongdi bumbuna í tí partinum av veitsluhølinum, har bara menn vóru, og at brúðgómurin er millum teir særdu.
Tað hevur verið sera ófriðarligt í Kandahar teir seinastu dagarnar, og NATO-hermenninir har hava verið fyri fleiri álopum. Síðani mánadagin hava álopini kostað 14 hermonnum lívið.