Sjálvmorðsbumba drap 14 skúlabørn

14 skúlabørn doyðu í einari sjálvmorðsbumbuspreinging í Afghanistan í gjár Myndugleikarnir siga, at skúlabørnini komu gangandi í einari langari røð ímóti einari eftirlitsstøð. Knappliga kom ein bilur koyrandi, og tá hann fór fram við børnunum, spromngdist hann í luftina.

Afghanska løgreglan sigur, at børnini, sum vóru millum átta og tíggju ára gomul, vóru á veg í skúla.

Hamid Karzai, forseti, hevur lovað at hevna illgerðina, skrivar Reuters.