Minst 12 skúlabørn í Afghanistan doyðu, tá ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi eina bumbu uttan fyri skúla teirra í morgun Myndugleikarnir siga, at bumbumaðurin sat í einum bili uttan fyri skúlan, og at hann sprongdi bumbuna, júst sum nakrir løgreglumenn komu framvið. Tí er ógreitt, um bumban var ætlað skúlanum ella løgregluni ella kanska báðum, skrivar Reuters.
Forsetaval verður í Afghanistan tann 20. august, og NATO hevur fyrr ávarað um, at Taliban fer at herða sítt virksemið upp undir valið fyri at órógva tað.
Enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina av bumbuálopinum í morgun.