Minst tvey ella trý fólk doyðu, tá ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi eina bumbu í einari kirkju í nigeriska býnum Jos í morgun.
Mark Lipto, sum er talsmaður hjá Church of Christ in Nigeria, sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at bumbumaðurin koyrdi inn í kirkjuna í bili sínum, og at hann sprongdi bumbuna, beint áðrenn hann kom inn til prædikustólin.
Ein tíðindamaður, sum var á staðnum, sigur, at minst tvey fólk doyðu, men talsmaðurin hjá kirkjuni sigur, at minst trý fólk doyðu, og at tíggju vórðu særd.