Sjálvmorð helst orsøk til tokvanlukku

Maðurin, sum setti bilin á jarnbreytina ímillum London og Plymmouth, gjørdi onga roynd at sleppa burtur, tá tokið kom

Førarin á snartokinum ímillum London og Plymouth hevði ongan møgu-leika at steðga, tá tokið sunnukvøldið rendi á ein bil, sum stóð mitt á jarn-breytini. Umleið 300 fólk vóru í tokinum, og sjey teirra doyðu. Teirra millum var tokførarin. Umleið 60 onur máttu á sjúkrahús.
Men hví stóð bilurin á jarnbreytini? Bretska løgreglan vildi ikki svara spurninginum í gjár, men ein løgreglumaður, sum sá tilburðin, greiddi fjølmiðlunum frá, at maðurin í bilinum gjørdi onga roynd at sleppa burtur, tá tokið kom.
? Eg helt, at bilurin var á veg yvir um jarnbreytina, men brádliga steðgaði hann á sjálvari breytini. So fóru bummarnir niður, tí at eitt tok var á veg, men maðurin varð sitandi í bilinum, og lítla løtu seinni rendi tokið á bilin við 160 kilometra ferð, segði løgreglumað-ur-in.
Stoyturin var so harður, at fleiri tokvognar fóru av jarnbreytini.
Í Bretlandi hava fólk leingi kravt, at vegirnir við jarnbreytirnar verða broyttir, so fólk sleppa frá at koyra tvørtur um tær jarnbreytirnar, sum tey stóru snartokini brúka.