Sjálvmorð elvdi til ófrið

Harðir samanbrestir vóru í gjárkvøldið uttan fyri tinghúsið í Athen millum mótmælisfólk og løgregluna. Tíðindastovurnar skriva, at mótmælisfólk tveittu bensinbumbur eftir løgregluni, sum svaraði við táragassi.

Ófriðurin kyknaði , tá tað frættist, at ein 77 ára gamal maður hevði skotið seg fyri at mótmæla sparingunum hjá stjórnini. Griksku fjølmiðlarnir skriva, at maðurin hevði skrivað eitt skilnaðarbræv, har hann hartaði stjórnina fyri at hava skert pensjónina so nógv, at næstan einki var eftir.

-Eg ætli mær ikki at brúka mínar seinastu dagar til at róta í ruskspannum eftir onkrum til matna, og tí dugi eg ikki at síggja nakra aðra loysn enn at gera enda á lívi mínum, skrivaði maðurin í skilnaðarbrævinum.

Lucas Papademos, forsætisráðharri, segði í gjár, at hetta var eitt harmiligt sjálvmorð, og hann mælti øllum grikkum til at styðja tey, sum hava trong kor.