Vit eiga helst øll persónligar søgur at byggja á, sum Árni Dahl so væl lýsir í síni seinastu almennu viðmerking. Kann leggja afturat, at pápi mín varð doyptur Niels av einum donskum presti. Einki forðaði tó okkum í at kalla hann upp, tá sonur okkara varð doyptur Nils, við aðrari stavseting.
Tað er eisini komið mær fyri oyra, at málsligu alnótsásetingarnar verða víðkaðar í komandi tíðum, so fleiri upprunamálsstavir eisini kunnu nýtast á eitt nú heimasíðum, fyri at tryggja at »internationaliseringin« ikki fer avstað við ymsu upprunamálunum. Júst tí tykist tað uppaftur løgnari, at vit nú so glaðbeint skulu kíka øllum tí, sum danskt er.
Og uppaftur meira harmiligt, tá álopini koma innanífrá.
Málið er, og hevur síðani okkara fyrsta mannaborna málrøkt fór at virka, verið høvuðsamboðið í øllum okkara tjóðskaparstríði, og eingin orsøk er til at máa burturav okkara sterkasta trumfi. Heldur hinvegin. Vit skulu leggja doyðin á at gera alt vit megna at rudda burtur alt, sum kann hugsast at hótta mál okkara.