Sjálvmál Sjúrður!??

?Ongin hevur lættari at skjóta mál í fótbólti, enn verjuleikarin sum brádliga snarar kumpassini 180 stig og skjýtur í egið net. Tá er jú ongin verja

Ei heldur er trupult at fáa hjálp og rós frá nýfundnu viðleikarunum, sum jú heldur enn fegnir síggja málini rulla inn. Sjálvmálini.?Eri ikki málkønur, men havi altið mett mál okkara at vera størsta mentanarberan í landinum, og tí eisni mett verjuna av tí, sum eina tað størstu avbjóðingina í tjóðskaparstríði føroyinga. Og týdningurin av hesi málverju og málmenning hevur ongantíð verið størri enn nú, tá alheimurin dettur innar um dyrnar hjá stórum og smáum hvønn einasta dag. Netupp tí ræður um at halda tørn og verja allar liðir, í okkara í alheimshøpi, lítla og óvarda móðurmáli.?Eri tí púra samdur við tveimum av okkara fremstu og ídnastu málrøktarum, sum seinastu dagarnar hava ávarað móti uppskotinum til samtyktar, sum Sjúrður Skaale, vegna Tjóðveldi hevur lagt fram á Løgtingi, viðvíkjandi broyting í stavraðnum. Dugu ikki at síggja tað sum eina meginuppgávu hjá Tjóðveldi at stimbra tí, sum bara ber brá av at vera hent, lætt og etandi hjá nógvum. Tá leggja vit okkum í kjalarvørrin hjá teimum samríkjaðu, sum jú altíð fara at vinna tjóðskaparligu togtoganina, um útgangsstøðið er hentleiki. Tað hevur jú altíð verið lættari, men neyvan rættari, at ogna okkum alt tað sum hini (danir) gera, heldur enn at menna okkara egna, og at verja tað sum ment er. ?Tá marknaðarføringslógin var framløgd á Løgtingi í fjør, av Bjørt Samuelsen, táverandi landsstýriskvinnu fyri Tjóðveldi, varð ikki orð grett í lógaruppskotinum, um at tilfar til føroyskar brúkarar átti at vera skriva á føroyskum máli. Tíbetur fingu vit, sum tá sótu í vinnunevndini gjørt manngarð um málið, og fingu greiðan meiriluta fyri eini broyting, sum ásetti at m.a. lýsingartilfar til føroyskar brúkarar skal vera á føroyskum.?Veit ikki at Tjóðveldi hevur snarað tjóðskaparligu málkumpassini, ella um tað eru »nýggju« tjóðveldisfólkini, sum ikki eru tilvitaði um kósina og um hvussu týdningarmikið tað er at verja málið, uttan mun til hvussu lítið álopið er. ?Um vit, sum vilja hava valdið í landinum, sleppa høvuðssetninginum, sum er at verja málið, er skjótt at málmaðurin stendur verjuleysur. Og so eru málini, og sjálvmálini, vís.?Við málverjukvøðu. ?