Sjálvmál gav Svøríki javnleik

Svøríki var leingi við undirlutan, men eitt írskt sjálvmál gav Svøríki eina stigið.

Hol er nú sett á bólk E í EM-endaspælinum, har Írland, Svøríki, Belgia og Italia eru við. Fyrsti dysturin byrjaði kl.16 seinnapartin, og tað vóru Írland og Svøríki, sum dystaðust.


Fyrri hálvleikur var ógvuliga rótutur, har serliga Svøríki hevði ilt við at fáa spælið at hanga saman, meðan Írland hevði ein stóran møguleika tætt undir málinum umframt eitt langskot á tvørtræið. Fyrri hálvleikur endaði málleysur.


Seinni hálvleikur var bara tríggjar minuttir gamal, tá ið Írland legði seg á odda. Innlegg varð sent innfyri úr høgru, og har var Wes Hoolahan á blettinum og stýrdi bóltin væl í málið til 1-0 til Írland.


Eftir írska leiðslumálið kom Svøríki betur við í dystin, og smáar 20 minuttir fyri leiklok fall útjavnandi málið. Eftir gott smáspæl slapp Zlatan Ibrahimovic inn um verjuna í vinstru, haðani hann sendi innlegg innfyri, har Ciaran Clark sendi bóltin í egið mál.


Seinastu løtuna av dystinum vóru ikki nógvir málmøguleikar, men hóast onkrar góðar støður, kanska serliga til Svøríki, so endaði dysturin við 1-1-javnleiki.

 

Kl.20 í kvøld verður hin dysturin í bólki E. Tá spæla Belgia og Italia.