Sjálvlærdur listamaður sýnir fram

Í døgunum fram til 5. september sýnir danski listamaðurin Claus Thurøe fram í Norðurlandahúsinum. Listin er ikki tað vit kallað vanlig list, men ein samanseting av tveimum heilt ymsum stílum

Hósdagin lat danski listamaðurin Claus Thurøe upp listaframsýning í Norðurlandahúsinum.

Claus Thurøe er 34 ára gamal og er sjálvlærdur listamaður.

Stílurin, sum hann stendur fyri er ein samanseting av tveimum ymiskum stílartum, kubismu og ukiyo-e, sum so hava fingið felagsheitið kubistisk ukiyo-e.

Sjálvur sigur Claus Thurøe seg vera inspireraðan av Fernand Leger og Fransiscu Clausen, sum hava fingist við tann kubistiska stílin, meðan hann fekk áhuga fyri ukiyo-e stílinum á eini ferð, hann og konan vóru á í Japan í 1991.

Stílurin var í hæddini í Japan í tíðini 1783 til 1857, so tað er ein løta fráliðin síðani hann var upp á móta har.

Av tí at tað verður arbeitt við træi tá arbeitt verður við ukiyo-e stílinum, so snýr tað seg um at gera arbeiði rættiliga einfalt, og hetta heldur listamaðurin vera spennandi í sjálvum sær.

Hóast Claus Thurøe ikki er gamal listamaður, so hevur hann kortini havt eitt ótal av framsýningum.

Hann hevur sýnt fram síðani 1990 og var m. a. við til eina framsýning í Nagano í Japan, sum var í sambandi við OL.

Hetta er fyrsta ferðin, at Claus sýnir fram í Føroyum, og tað er nokk eisini fyrstu ferð, at ukiyo-e stílurin verður sýndur fram her á landi.

Opið verður til 5. september.