Sjálvlærdur listamálari í Smiðjuni

Í døgunum 9. til 12. juli hevur Terje Hentze áhugaverda málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Fernisering verður leygardagin 9. kl. 16. Opið er annars hvønn dag kl. 15 – 19.

Málningarnir eru fjølbroyttir, mest naturalistiskir og heil- ella hálvabstraktir. Úrvalið stórt og forvitnisligt við myndaevni úr føroysku náttúruni, men eisini slíkum myndaevni, sum ikki eru vanlig at síggja her á leið.

Terje er sjálvlærdur listamálari. Áhugin fyri listagreinini hevur altíð verið stórur, men seinastu árini hevur hann verið serliga produktivur og hevur luttikið í framsýningum ella skipað fyri egnum framsýningum. Higartil bert í Føroyum - bæði í Tórshavn og í Suðuroynni.

(Myndin er av einum av verkum hansara, sum verða við á framsýningini)