Í dag kundu fólk í Longyearbýnum á Svalbard royna fyrsta sjálvkoyrandi bussin í býnum. Bussurin hevur longu verið royndur í fleiri norskum býum, og í dag skuldi hann so roynast í krevjandi veðurlagnum á Svalbard, skrivar heimasíðan www.tu.no í dag.
Sjálvkoyrandi bussurin er partur av einari verkætlan hjá Arctic Memory saman við eitt nú Kongsberg Gruppen og Svalbard Buss & Taxi. Tankin er at menna eina burðardygga flutningsloysn fyri ferðafólk í arktiska býnum á Svalbard.
Arctic Memory ynskir eisini at byggja ein upplivingardepil nærindis Globale Frøbank, og sjálvkoyrandi bussar eru partur av hesi verkætlan. Tað veldst um figging, nær upplivingardepilin verður veruleiki, men sum skilst er hetta ein ætlan, sum arbeitt verður við.
Seinastu dagarnar hevur framleiðarin - Applied Autonomy - gjørt royndir á vegnum millum Longyearbýin og Frølageret, og eisini eru onkrar einfaldar rutur í miðbýnum í Longyearbýnum lagdar til rættis, soleiðis at tey lokalu í dag kundu royna sjálvkoyrandi bussin.