Heimamissiónin og felagið Agape hava byrjað eitt samarbeiði og bjóða fólki, ið bera sorg, at gerast partur av einum sorgarbólki í Nesvík.
Ætlanin er sett at vera tann 14. nov. frá kl. 15.30 til kl. 18.00, og síðan við fundum umleið aðru hvørja viku.
Sunvá Kass og Steen Palmqvist eru við í hesum sorgarbólki. Tey fara at fáa hann at mennast á ein jaligan og dygdargóðan hátt.
Fyri at fáa hesa ætlan setta í verk mugu millum 5 og 10 fólk tekna seg. Verða tað fleiri enn 10, verður gjørdur ein bíðilisti hesi fáa boð so við og við, tá pláss verður. Vísir tað seg, at tørvurin er stórur, verður mett um at gera tveir bólkar. Ein annar møguleiki er, um tað eru fleiri foreldur, ið mist hava eitt barn, at hesi koma í bólk saman og hini í bólk fyri seg.
Beinan vegin boðað verður frá luttøku, verður mett um, hvussu alt fer at laga seg viðvíkjandi bólkinum.
Sorgarbólkurin fer at venda sær til fólk, sum hava mist onkran kæran, tey seint gloyma. Bólkurin hevur tagnarskyldu og virkar á einum sakligum støði, og hvør einstakur hevur frælsi at seta orð á alt tað, ið sorgin hevur elvt.
Hvørja ferð, bólkurin er saman, verður byrjað við einum drekkamunni og samansjóðing. Síðan verður í trúnaði farið til verka, og høvi verður at bera fram og lýsa sínar upplivingar og sorgarkenslur.
Í fyrstuni verður samtalað á donskum men arbeitt verður við at broyta tað til føroyskt so skjótt til ber.
Luttøkugjaldið er sett til 150 kr. hvørja ferð.
- Doyr ein av okkara nærmastu, kenst tað, sum lívið fer í molar og kennist einki virði at hava longur. Tað hendir tí eisini av og á, at ein situr fjøtraður í sorgini, sum tykir ongan enda taka.
- Tá ið sorgin kemur á gátt, nýtist okkum onkran at vera saman við. Tað er ein ræðulig støða at bera sorgina einsamallur. Okkum nýtist at vera saman við fólki, ið kenna sorgina á sínum egna kroppi.
- Ein sorgar felagsskapur, er tí ein útrætt hond at vera saman um at grøða sorgina á ein sunnan og mennandi hátt.
- Ringasta við sorgini, er, at bera hana einsamallur, skriva fyrireikararnir á heimasíðuni hjá Heimamissiónini.
Kelda: www.mission.fo