Sjálvbrúnarar kunnu geva ovurviðkvæmi

Seinastu árini hevur nógv verið frammi um vandarnar, ið kunnu standast av at fáa ov nógva sól á kroppin. Tí velja fleiri at brúka sjálvbrúnara, fyri at tey á ein tryggan hátt kunnu fáa ein sólbrúnan lit á andlit og kropp.

Men tað er ikki heilt vandaleyst at brúka sjálvbrúnara.

- Tað sukumolekylið, sum gevur farvuna í sjálvbrúnaran, inniheldur eisini evnið formaldehyd. Og tað kann geva ovurviðkvæmi, sigur Ewa Daniél, ið er toksikologur og hevur ábyrgdina av vørulýsingini Den Blå Krans. Henda vørulýsingin verður brúkt í Danmark á vørur, ið ikki innihalda evni, sum kunnu elva til ovurviðkvæmi.

Tað merkir, at tá tú brúkar sjálvbrúnara, er møguleiki fyri at fáa ovurviðkvæmi. Tí hava eingir sjálvbrúnarar fingið Den Blå Krans á hylkini enn.

-Vit kenna ikki evnini í øllum sjálvbrúnarum, men tað, sum gevur ovurviðkvæmi, er formaldehyd, sum er við til at geva brúna litin. Sostatt meta vit, at allir sjálvbrúnarar kunnu elva til ovurviðkvæmi, sigur Betina Hjorth frá danska Astma-Allergi felagnum.

-Formaldehyd-ovurviðkvæmi er eitt slag av tí, vit kalla kontaktallergi, ið gevur eksem, og nakað, tú hevur restina av lívinum. Tað vil siga, hevur tú fyrst fingið tað einaferð, sleppur tú ikki av við tað aftur, og kroppurin reagerar hvørjaferð, hann kemur í samband við formaldehyd, sum er at finna í nógvum kremum innan kropsrøkt, sigur Betina Hjorth og leggur afturat:

- Vandin fyri at fáa ovurviðkvæmi økist fyri hvørja ferð, tú kemur í samband við evnið. Jú oftari tú brúkar sjálvbrúnara, jú størri gerst vandin fyri at fáa ovurviðkvæmi.