Ingi Poulsen hevur givið enn eitt nýtt staklag út. Lagið eitur "Hevur hon lovað", og aftrat hesum er eisini eitt nýtt videolag gjørt.
Talan er um eitt heldur øðrvísi videolag, har fjeppararnir hjá Inga Poulsen eru partur av videolagnum. Videolagið er sett saman av fleiri smærri brotum, sum fólk sjálvboðið hava sent inn til Inga, og tað er Jákup S. Thøgersen, sum hevur framleitt videolagið.
– Eg vildi gjarna gera eitt videolag, men tímdi illa at gera nakra stóra produktión, har man eisini skal út at filma, tí tað er rættiliga krevjandi. Men eg vildi gjarna gera okkurt, sum er tíðarhóskandi, og sum kann fevna nokkso breitt, greiðir Ingi Poulsen frá.
– Eg bað um hjálpt á sosialum miðlum, og bað øll, sum vóru áhugað at vera við, um at skriva til mín. Hareftir fingu tey eitt ljóðbrot sendandi frá mær, har tey kundu dansa ella syngja við til lagið. Eftir at øll høvdu sent mær sítt video fór Jákup so í holt við at klippa alt til, og hetta bleiv so úrslitið, sigur hann.
##med2##
Sangurin "Hevur hon lovað" bleiv liðugtgjørtur, meðan Ingi hevur siti í sóttarhaldi, men hann hevur arbeitt upp á hann síðan einaferð í fjør.
Síðan hevur Símun Dam hjálpt honum at framleiða, miksa og mastra sangin. Teir hava eisini fingið hjálp frá Paula Reinert Poulsen á guitar og Miles McPherson á trummum.
Sangurin verður eftir ætlan tað síðsta staklagið, sum kemur út, áðrenn nýggja fløgan skal útgevast. Fløgan kemur eftir ætlan út í oktober.