Sjálvboðin laða varðar

– Mær dámar væl at vera í náttúruni, so hetta er sum eitt frítíðarítriv, sigur Ona Flindall úr Oslo í Norra, sum í morgun byrjaði at umvæla bygdagøtuna millum Kirkjubø og Havnina

Ona er ein av 106 útlendingum, sum eru komin til Føroya at gera sjálvboði arbeiði í dag og í morgin.

– Pápi mín ringdi til mín úr Onglandi. Hann hevði sæð eina lýsing í The Guardian um at fara til Føroya og arbeiða sjálvboðið fyri ferðavinnuna. Hann spurdi um hetta ikki var nakað fyri meg. Tað endaði við, at bæði eg og pápi mín teknaðu okkum, sigur Ona.

##med2##

Altíð ynskt at komið til Føroya

Henni dámar væl at vera í náttúruni. 

– Eg gangi vanliga nógvar túrar í Norra. Eg eri lærd, at tá ið gingið verður framvið einum varða, so skal eg leggja ein stein á. So tað er tað, sum eg kenni til hetta. Eg havi verið eitt slag av frítíðarlaðara, sigur Ona.

Ona er uppvaksin í Bergen og hevur altíð hoyrt um Føroyar. Hetta er tó fyrstu ferð, hon er í Føroyum.

– Eg havi altíð ynskt at komið til Føroya, og eg eri glað fyri, at hesin møguleikin nú kom, sigur hon.

Hon og pápin komu til Føroya longu mánadagin. Tey leigaðu bil og hava longu koyrt runt í stórum pørtum av Føroyum.

– Tað er sera vakurt her. Eg havi lagt fleiri myndir út á facebook, og eg havi fingið nógvar jaligar viðmerkingar frá vinum og øðrum, sigur Ona.

– Tá ið vit fáa uppihaldið her ókeypis, búgva væl og hava tað gott sosialt saman, so haldi eg, at eg eisini má skriva og leggja myndir út, so onnur eisini síggja tað og fáa hug at koma til Føroyar, sigur Ona Flindall.

##med3##

Úr Onglandi til Føroya
Ein onnur av teimum sjálvbodnu er Lucy Williams úr Margate í Onglandi.

– Eg sá eina lýsing í The Guardian, og eg gjørdi skjótt av og teknaði meg, sigur Lucy.

Í 2012 var Lucy eisini í Føroyum, tá ið hon steðgaði her í stutta tíð, áðrenn hon fór víðari til Íslands.

– Eg havi altíð ynskt at komið aftur til Føroya. Eg steðgi tó heldur ikki so leingi hesaferð. Eg kom í gjár og fari avstað aftur sunnudagin, sigur Lucy.

Henni dámar væl at ferðast millum annað á smáoyggjum.

– Eg havi verið í Hetlandi, Hebridunum og Orkunoyggjum. Mær dámar væl náttúruna, og so dámar mær væl at hyggja eftir fuglum, sigur Lucy.

Sjálvt um tað er nakað av mjørka og vindi, nú tey arbeiða sjálvboðið omanfyri Kirkjubø, so letur hon væl at.

– Tað er bara at lata seg væl í, so er vindurin og regnið eingin trupulleiki. Vit hava tað eisini gott saman her sosialt. Eg nýti at vera her, sigur hon. 

– Tað var eisini gott, at vit fingu eina søguliga frágreiðing um víkingar, um bygdagøtur í Føroyum og um týdningin av varðunum, sigur Lucy.
Hon er ikki virkin á sosialu miðlunum og leggur tí ikki nakrar myndir út. 

– Eg fari tó at siga mínum vinum frá Føroyum og vísa teimum myndir, sigur Lucy Williams.

##med4##

11 útlendingar

Tað vóru 11 sjálvbodnir útlendingar, ið arbeiddu við at drena, laða upp aftur varðar og taka niður aðrar varðar, sum ikki stóðu á røttum staði á bygdagøtuni millum Tórshavn og Kirkjubø. Nýggj skelti skulu eisini setast upp í báðum endum av farleiðini. Tey 11 vóru úr Danmark, Norra, Bretland og Írlandi. Umframt útlendingarnar, vóru eisini nøkur fólk frá Hjálpirótini og Visit Faroe Islands, sum løgdu lag á og hjálptu til.

Sí fleiri myndir her:
##ms##