Ein uppgerð hjá ÍSF vísir, at sjálvbodna arbeiðið, sum verður gjørt í føroysku ítróttarfeløgunum, er heilar 54 milliónir krónur vert. Uppgerðin er grundað á upplýsingar frá 95 feløgum, og vísir hendan, at 371.914 tímar vórðu nýttir til venjing, meðan 77.768 tímar vórðu nýttir til fyrisiting. - Tað er júst tað sjálvbodna arbeiðið, sum er lívæðrin í ítróttinum. Um almennir myndugleikar skuldu goldið løn og fundarpening fyri allar tímarnar, høvdu teir ikki verið bótaførir. Hetta er samstundis eyðkennið hjá ítróttinum, tað at virka sjálvboðið, so onnur kunnu stuttleika sær í venjing og kappingum, sigur Sølvi Reinert Hansen, ÍSF-forseti.