Sjálvboðið arbeiði fyri 54 milliónir

Kanningin er grundað á svar frá 95 feløgum, og hon vísir, at árliga verða brúktir 371.914 tímar av fólki, ið sjálvboðin taka sær av venjing og leiðara-arbeiði annars, meðan 77.768 tímar verða brúktir til fyrisitingarligt arbeiði í feløgunum.

 

Um roknað verður við, at venjarar, liðleiðarar, formenn og nevndarlimir í føroysku ítróttarfeløgunum skuldu fingið t.d. 120 krónur um tíman fyri innsatsin, hevði teirra innsatsur kostað ikki minni enn 54 milliónur krónur.

 

Sølvi Reinert Hansen, ÍSF-forseti, var greiður yvir, at ítróttarvenjarar og leiðarar leggja eitt stórt arbeiði eftir seg í Føroyum.

 

- Vit vita, at tað verður gjørt eitt stórt sjálvboðið arbeiði kring landið. Leygardagar eru hópin av børnum við í ítróttarvirksemi í mestsum hvørjari bygd, og hvønn dag eftir skúlatíð verður runnið millum venjingar á ítróttarvallum og ?hallum.

 

- Men vit vistu ikki nágreiniliga hvussu nógvir tímar verða lagdir í hetta arbeiðið, og tí settu vit eina kanning í verk, sigur Sølvi Reinert Hansen og heldur fram:

 

- Tað er júst tað sjálvbodna arbeiðið, sum er lívæðrin í ítróttinum. Um almennir myndugleikar skuldu goldið løn og fundarpening fyri allar tímarnar, høvdu teir ikki verið bótaførir. Hetta er samstundis eyðkennið hjá ítróttinum, tað at virka sjálvboðið, so onnur kunnu stuttleika sær í venjing og kappingum.