Sjálvandi vinnur Frankaríki

So avgjørdur var franski landsliðsvenjarin, Raymond Domenech, tá hann á tíðindafundi í FSF-húsinum í gjár varð spurdur, um hann roknaði roknaði við einum sigri á Føroyum.

Hetta var ein av fáu spurningunum, ið vóru svaraðir á enskum. Tað vóru einamest franskir fjølmiðlar til staðar. Umframt umboð fyri Sosialin, Rás2, Útvarpið og Dimmalætting var eisini ein skotskur journalistur til staðar. Sambært Fótbóltssambandinum er talan um eini 40 fjølmiðlafólk, ið eru í landinum í samband við dystin.