Sild
Leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni, Hjalti í Jákupsstovu, heldur ikki, at talan hevur verið um tær heilt stóru nøgdirnar av sild á Sandoyarbankanum á hesum sinni.
- Men fer tað at vísa seg, sum tíðin líður, at norðhavssildin tekur uppaftur gamla ferðamynstrið, broytist okkara samráðingargrundarlag eisini.
Norðmenn misnøgdir
Hjalti vísir á, at Noreg hevur í seinastuni verið misnøgt við býtið av heildarkvotuni av norðhavssild, tí teir halda, at grundarlagið fyri býtinum eigur at broytast.
- Teir góðtaka ikki avtaluna, sum hevur verið galdandi seinastu árini, og tí hava teir noktað útlendskum skipum at fiska innanfyri egið 200 fjórðinga fiskimark. Teir siga seg ikki viljað taka uppaftur samstarvið, fyrr enn teir fáa meira í sín part. Hinvegin hava føroyingar, íslendingar og ES-londini, sum eru tengd at avtaluni, hildið fast um gamla býtið av sildini ? og hava tikið sær rætt til at fiska tann partin, sum londini tá vóru samd um, sigur hann.
Spurdur, um hann heldur, at myndugleikarnir í Føroyum áttu at loyvt troling eftir sild í føroyskum sjógvi, nú Saksaberg fann sild á Sandoyarbankanum, sigur Hjalti í Jákupsstovu:
- Sjálvandi vil ein fiskimaður sleppa at fiska so nógv sum tilber ? og upp á so stutta tíð sum tilber, men vit hava eina avtalu at halda okkum til, og eg haldi, tað er rætt, at londini so vítt gjørligt samstarva um hetta tilfeingi.
Tað ger einki?
Hjalti í Jákupsstovu heldur ikki, tað ger nakað, um nakrar norðhavssildir sleppa inn í føroyskan sjógv ? uttan neyðturviliga at verða dripnar, sum hann tekur til.
- Eg haldi sum nevnt ikki, at talan var um so nógva sild í hesum umfarinum, men vit kunnu bara vóna, at talan verður um størri nøgdir, sum tíðir líðir, sigur leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni at enda.