? Tað er tann øvugta verð, at bygdaráðið vil leggja ein skúla niður, meðan landsmyndugleikarnir ynskja, at hann skal verða opin.
Tað heldur Heini O. Heinesen, tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin og bygdaráðsformaður í Kunoy.
? Skal Mikladals kommuna verða fyrimynd, so skal helvtin av skúlunum í Føroyum leggjast niður, og tað er ikki rætt.
? Allir politisku flokkarnir í landinum ganga inn fyri, at bygdaskúlarnir skulu varðveitast, og kann ein kommuna ikki bjóða sjey ára gomlum børnum skúlagongd í teirra egnu bygd, so er kommunan illa farin, heldur Heini O. Heinesen.
Grava egna grøv
Hann vísir á, at í hansara kommunu verða skúlarnir í Kunoy og Haraldssundi brúktir hvør um annan, og tað sama er við sunnaru kommununi á Kalsoynni.
? Tí dugi eg ikki at skilja, hví Mikladals kommuna ikki eisini kann brúka skúlan á Trøllanesi.
? Tað næsta kann verða, at onkur vil hava bara ein skúla á Kalsoynni, og tí haldi eg, at Mikladals kommuna átti at ansa eftir, so hon ikki gravar sína egnu grøv í hesum máli.
Heini O. Heinesen heldur, at tað skuldi verið so líkatil, at kommunan keypti neyðugu skúlaútgerðina til báðar skúlarnar, tí tað gera tey alla aðrastaðni.