Tað kenna vit eisini úr okkara politisku skipan, har vit í meira enn hundrað ár hava brúkt danir til slíka skjótiskivu, tá tað gongur illa.
Síðsta stóra dømið var Eik Banki. Heldur enn at fokusera upp á allar feilirnar, vit sjálvi gera, so skeldaðu og leikaðu vit í um Finansiel Stabilitet – danska bankabjargingarsystemið – heldur enn at hyggja inneftir, taka í egnan barm og spyrja, hvussu tað bar til, at føroysku eftirlitsmyndugleikarnir góvu nøkrum fáum persónum átta ár koyra meira enn 175 ára gamla Sparikassan á heysin við skilaloysi.
Nú um dagarnar hevur avlurtingarpakkin hjá løgmanni verið til viðgerðar í tinginum.
Ikki fyrr enn fjølmiðlar fóru at grava í honum, eru politikarar farnir at ressast við, um hetta nú er so neyðugt, sum politiið og onnur vilja vera við.
Greitt er, at tað kostar nógvar pengar til teknikk at seta pakkan í gildi. Men tað hevur ikki so stóran týdning fyri politikararnar, sum eru vanir at arbeiða við »other people's money«. Tað skuldu telefeløgini sjálvi gjalda.
Men tú er tað heldur ikki so gott, tí tey eru farin at leika í.
Hvat er so til ráða at taka? Politikarar halda ikki, at tað er rímuligt at senda rokningina til føroysku skattgjaldararnar. Jú, sjálvandi skulu danskararar betala, danskir skattgjaldarar! Politiið er danskt – og vupsi, um danskarar fáa rokningina, so eru øll glað. Sjálvt tey, sum skulu yvirtaka og gjalda alt...
– Ein løgin hugburður, má sigast...