Sjálvandi skal Tórshavn við

Fýra sangir, ið hoyra til ólavsøkuna

Sangur eigur ein stóran leiklut í føroysku mentanini og fyllir eisini nógv, tá føroyingar koma saman at halda ólavsøku í høvuðsstaðnum. Sangur hoyrist nevniliga um allan býin gjøgnum ólavsøkuna. Sungið verður á útimøtum og á fólkafundum, á smáum pallum kring býin og til gudstænastuna á ólavsøku og ikki at gloyma, tá kórið syngur til setanina av tinginum og seinni á kvøld, tá túsundtals føroyingar savnast í hjartanum á Havnini til midnáttarsang.


Tá sangur er ein stórur partur av ólavsøkuni, so er tað eisini natúrligt, at nakrir sangir fáa eitt serligt tilknýti til tjóðarhøgtíðina. Tí hevur in,fo spurt Annu Sofíu Restorff, ið hevur drúgvar royndir frá føroyska tónleikaheiminum, at nevna nakrar sangir, ið hon setur í samband við ólavsøkuna.


Anna Sofía Restroff drálaði ikki eina løtu, tá hon skuldi koma við fyrsta boðnum.


- Tórshavn, tú Føroyalands miðstøða er. Sjálvandi skal hann við, tað er tað eingin ivi um. Hann hoyrir sjálvandi til ólavsøkuna, og verður altíð sungin av kórinum á Tinghúsvøllinum, tá ið tingið verður sett, og eigur eisini mangan pláss í midnáttarsanginum, sigur Anna Sofía Restorff.


Poul F. Joensen eigur orðini og Hans Jacob Højgaard eigur lagið til sangin, ið varð yrktur í 1952.
Seinni sangurin, ið Anna Sofía Restorff nevnir er landaplágan Á, tann deiliga Havn hjá Kára Jacobsen, ið hann í 1988 gav út saman við Elin Heinesen,


- Á, tann deiliga Havn hjá Elin Heinesen og Kári Jacobsen má bara vera við á einum slíka lista yvir ólavsøkusangir, sigur Anna Sofía Restorff.


Triði sangurin Anna Sofía Restorff nevnir er ein sangur, ið vanliga ikki er at hoyra á sama staði sum teir báðir fyrru, men hoyrir heima í gudstænastuni á ólavsøkuna.


- Sálmurin Fedranna Kirkja í Føroya tjóð verður oftani brúktur sum kórsatsur til gudstænastuna á ólavsøkuna. Tað er ein sálmur, ið mær dámar væl, sigur Anna Sofía Restorff.


J.A. Eklund eigur orðini og Hans Arvesen eigur lagið til sangin, ið G. Bruun hevur týtt.


Síðsti sangurin Anna Sofía Restorff nevnir er Boðar tú til allar tjóðir, ið Jóannes Patursson hevur yrkt.


- Tá tosað verður um ólavsøkusangir, so má man sjálvandi nevna Boðar tú til allar tjóðir, ið vanliga verður brúktur til midnáttarsangin og til gudstænastuna í kirkjuni, sigur Anna Sofía Restorff.