Somuleiðis vísir løgtingsins formanskapur á, at ein løgtingssamtykt frá undanfarnum valskeiði, ikki er bindandi fyri verandi løgting.
Men líkamikið um tingið ikki lógformliga er bundið, er ? í hvussu er í hesum máli ? tingið politiskt og moralst bundið av samtyktini um umboðsmannastovnin. Hetta hevur verið eitt av høvuðsevnunum í fleiri valstríðum, og m.a fekk Javnaðarflokkurin hetta við í samgonguskjalið frá 1994. Á hvørjum ári síðani tá, er eisini peningur settur av á fíggjarlógini til endamálið.
Munur á uppgávum
Landsstýrismálanevndin er ein politiskt sett nevnd, eins og allar aðrar nevndir. Í hvussu er eftir hvørt val, verður manningin skift út. Ein skrivari ? um hann er fastur ella ikki ? er embætismaður hjá teirri nevnd, sum situr, og skal fylgja teimum ásetingum, sum nevndin setir. Hetta ger, at borgarin ikki í nóg stóran mun hevur álit á, at landsstýrismálanevndin í øllum førum er fullkomiliga óheft.
Umboðsmannastovnurin harafturímóti er óheftur av øllum politiskum myndugleikum og hevur eina uppgávu: at verja hvønn einstakan borgara ímóti møguligum ágangi, maktmisnýtslu og órættvísari viðferð frá einumhvørjum myndugleika.
Javnaðarflokkurin tekur tí fult undir við royndunum at fáa sett løgtingsins ? ella rættari fóksins ? umboðsmannastovn í verk.
Javnaðarflokkurin, tann 13. August 1999.










