Millum annað spyr Ólavur Olsen í einum lesarabrævi, hvar Kollafjørður er í ætlanunum hjá Tórshavnar kommunu. Jú, Kollafjørður er sjálvandi – eins og restin av kommununi – ein týðandi partur av heildarætlanini, sum nú verður gjørd, tí hon skal fevna um alt. Eisini frøast vit um tað, sum longu er gjørt í Kollafirði, eitt nú skúli, ítróttarhøll, læknahøli, ókeypis bussleið, havnarlag og annað.
Fyri at taka tað mesta aktuella, so eru vit nú tøkiliga í gongd við at útvega Tórshavnar kommunu jørð til eina útstykking í Líðini, sum til víddar er heilar 11.600 fermetrar. Men umframt hetta, eru vit sjálvandi eisini opin fyri góðum hugskotum til heildarætlanina – eisini teimum, Ólavur Olsen sjálvur nevnir í sínum lesarabrævi.
Heldur »on« enn »online«
At borgarar vísa áhuga, spyrja, fregnast og koma við góðum hugskotum, er avgjørt at fegnast um. Tað er eisini tað, vit vilja við heildarætlanini, at fólk í góðari tíð koma við ynskjum og hugskotum, so tað ikki bara eru vit politikarar, ið skulu hugsa um, hvønn veg Tórshavnar kommuna skal fara í framtíðini.
Av tí sama virkaði tað heldur løgið, at ein tann fyrsti at gera vart við seg, var ein av býráðslimunum, Levi Mørk. Um nakar, so átti hann at vitað, hvat henda komandi heildarætlan skal fevna um, tí hann er mín samgongufelagi og enntá limur í byggi- og býarskipanarnevndini. Kortini skrivar hann, sum um meginparturin av kommununi er gloymdur, umframt at hann tekur fram ymisk mál, sum í sjálvum sær eru útmerkað, men ikki beinleiðis hava nakað við arbeiðið við heildarætlanini at gera.
Hetta arbeiðslagið er nú ikki ókent, men eg vildi veruliga ynskt, at Levi Mørk var líka virkin í byggi- og býarskipanarnevndini, sum hann er í fjølmiðlunum, tí so hevði hann óivað havt sett seg betur inn í tingini, enn hann eftir øllum at døma hevur gjørt. Tá fundir eru og tey stóru málini skulu viðgerast, er tað altso frægari at vera »on«, heldur enn bara »online«!