Nú hava tingmenn og flokkar tala at, tí løgtingið skal setast ein sunnudag. Ólavsøkudagur er sunnudagur, og tingmenn halda tí, at tað er brot á halgidagslógina, at Tingið verður sett sunnudag. Ein tingmaður, Henrik Old, ætlar ikki at møta upp, og ein flokkur, Miðflokkurin, hevur heitt á løgtingsformannin um at seta tingið mánadagin staðin fyri.
Ólavsøka er tjóðarhátíð okkara, og ein tann mest tignarliga løtan er skrúðgongan, sangurin, og løgtingssetan, sum kanska skuldi verið sett úti, um veðrirð annars var til vildar. Ólavsøkudagur er ikki bara í hugaheiminum hjá flestu føroyingum ein hátíðsdagur, nei, hann er hátíðsdagurin fram um aðrar hátíðsdagar, meiri hátíðarligur enn sunnudagur ella halgidagur.
Tí er tað næstan í sjálvum sær løgið, at nøkrum kemur til hugs, at tingsetan í ár er brot á halgidagslógina. Men er tingsetan brot á halgidagslógina, so er tað eisini brot á stýrisskipanarlógina, um løgtingið ikki verður sett ólavsøkudag. Men í staðin fyri at gera so nógv burtur úr hesi tilvildini í ár, áttu tingmenn heldur at tikið í egnan barm, tí høvdu teir viðgjørt uppskotið til stýriskipanarlóg nóg væl, høvdu teir tá komið fram til, at ólavsøkudagur viðhvørt er sunnudag?
Men tá halgidagslógin er nevnd, so áttu politikkarar okkara tikið eitt stig afturat, og spurt, um halgidagslógin ikki er ein fornleivd, sum ikki er í samljóð við dagin í dag, og sum regluliga verður brotin.
Samanumtikið eigur løgtingið sjálvandi at verða sett ólavsøkudag ? tjóðardag okkara ? at flyta tingsetanina til dagin eftir, mánadag, er háð ímóti tjóðardegnum.











