Sjónvarpið hjá Kringvarpinum hevði í Degi og Viku hóskvøldið hesa høvuðsyvirskrivt:
"Edmund Joensen, fólkatingsmaður, vísti til lyfti frá ES-nevndaliminum, Olli Rehn, tá hann í morgun legði fram lagaligan ES-politikk, men Olli Rehn vil ikki kennnast við nøkur lyfti".
Vanliga vandi eg mær sera væl um orðini, og tann, sum lurtaði væl eftir tí, eg havi sagt um hetta mál, veit, at eg havi talað um nakrar greiðar ábendingar, ið ES-nevndarlimurin Olli Rehn er komin við. Hetta sama havi eg skrivað í tíðindaskrivinum, sum er sent út um sama mál.
Tað er púra rætt, at Edmund Joensen ikki hevur fingið nøkur LYFTI úr Brússel, og tað sigur eisini seg sjálvt, at slík lyfti kann ein ES-nevndarlimur ikki geva einum parlamentarikara á einum óformligum fundi.
Man skal heldur ikki vænta, at ein ES-nevndarlimur yvir fyri fjølmiðlunum fer at vátta ella avsanna nakað um sínar metingar av einum úrsliti av møguligum samráðingum sum ikki eru byrjaðar. Hann hevur neyvan heldur nakra heimild til á nakran hátt at binda ES.
Men hóast Sjónvarpið roynir at spinna ríkiligt burturúr, er framvegis klettafast, at ES-nevndarlimurin, Olli Rehn, á óformligum fundi okkara millum er komin við - ikki lyftum - men greiðum ÁBENDINGUM um, at Føroyar kunnu gerast partur av ES við at brúka hitt sonevnda Álendska Modellið sum fyrimynd.
Á tann hátt ber til at fáa varandi undantøk fyri fiskivinnuni og umsitingini av fiskatilfeinginum. Men sjálvsagt skal hetta formliga staðfestast og góðkennast aftaná veruligar samráðingar.
Gjárdagurin segði nógv um summi. Politikarar komu kropp á kroppi fram at hildnum mikrofonum og søgdu, hvussu skaðiligt tað er at fáa nýggjar upplýsingar, sum í veruleikanum bert kunnu fjøltátta europapolitiska kjakið í Føroyum.
Er orsøkin ikki, at fólkafloksmenn og tjóðveldismenn eru bangnir fyri, at Føroya Fólk skal fáa eyguni upp fyri, hvat er best fyri land og fólk?
Teir kunnu ikki í álvara vera bangnir fyri, at Olli Rehn og eg einsamallir lima Føroyar inn í ES. Hvørgin av okkum hevur eitt slíkt mandat.
Mín einasta ætlan er at útvega flest møguligar upplýsingar um ES. Mín áskoðan er eisini at vit eiga at taka upp samráðingar við ES.
Og skuldi úrslitið av slíkum samáðingum endað við á leið tí, sum Olli Rehn og eg tosaðu um, so áttu vit at skipað fyri einari fólkaatkvøðu um úrslitið.
Eg eri sannførdur um, at tað er júst hetta, sum loysingarmenn ræðast verri enn hin versta sjálvan.