Sjálvandi hevur tað avleiðingar

   

Kaj Leo Johannesen, Sambandsflokkurin
????????
Hóast Føroya fólk fekk at vita, at tað ongar avleiðingar fór at fáa fyri vælferðina og skatta- og avgjaldstrýstið hjá føroyingum, at heildarveitingin varð skorðin við 366 mió. krónum árliga, so merkja vit longu nú avleiðingarnar av niðurskurðin-um. Politiska og vinnuliga avbjóðingin er tí at finna nýggjar inntøkumøguleikar, sum í minsta lagi svara til niðurskurðin í inntøkunum.
Føroyska vinnulívið koyrir framvegis í alt ov stóran mun eftur kreppuloysnunum frá 90-árunum. Hesum skulu vit koma burtur úr, og í staðin skulu nýggj vakstrarfremjandi tiltøk setast í verk.

?Vit skulu finna eina nýggja skipan fyri fjarfiskiflotan
<sum$?$end$!$Partabrævamarknaðurin skal fáast at virka sum skjótast<BR><sum$?$end$!$Einskiljingar skulu gerast <BR><sum$?$end$!$Okkara rávørutilfeingi skal virðisøkjast her á landi<BR><sum$?$end$!$Vit skulu menna granskingar- og íløguumhvørvið<BR>
Ein nýggj skipan skal gerast fyri allan fjarfiskiflotan, soleiðis at honum verður lív lagað. Neyðugt er at verja søguliga vunnin rættindi, soleiðis at partar av fjarfiskiflotanum ikki dettur niðurfyri, áðrenn endaliga loysnin er sett í verk.
Tá partabrævamarknaðurin í Íslandi fór at virka fyri 15 árum síðani, blásti hann nýtt lív í íslendsku vinnuna. Hetta eiga vit eisini at fáa at virka í Føroyum sum skjótast, og í sama viðfangi eiga almennar fyritøkur at vera einskildar. Eingin ivi kann vera um, at tað er sunt fyri bæði vinnuna og tann einstaka, at tú og eg fáa loyvi at vera ábyrgdarpartur í vinnuni.
Tað kann ikki vera rætt, at okkara rávørutilfeingið verður virðisøkt í útlondum, meðan fólk ganga arbeiðsleys í Føroyum. Her skulu skipanir gerast, soleiðis at fiskiríkidømið verður virðisøkt her á landi. Óneyðugt skal vera hjá okkara kappingarneytum at virðisøkja vøruna, áðrenn hon kemur til endaliga brúkaran.
Tá gransking verður nevnd, so verður her ikki hugsað um hagtalsgrein-ingar ella gransking at knýta afturat miðnámsútbúgvingum. Heldur verður hugsað um eitt veruligt granskingarumhvørvi við nyttugransking, sum í seinna enda gevur vinning fyri samfelagið.
Hetta eru nakrar av fyrstu treytunum fyri at normali-sera eitt vinnulív, sum enn koyrir eftir kreppuloysnum frá 90-árunum. Vit noyðast at finna nýggjar inntøkur, fyri at føroyingar ikki skulu merkja alt ov nóg til avleiðingarnar av, at heildarveitingin úr Danmark er skorin niður.