- Fiskaaling fer við góðum treysti inn í framtíðina, og vit hava fleiri góðar orsøkir til at gleða okkum til eitt spennandi og mennandi samstarv við føroysku alivinnuna næstu árini.
Tað sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri í Fiskaaling, í nýggjastu útgávuni av Alitíðindum. Hon vísir á, at sjálvandi harmast tey á Fiskaaling um avgerðina at steðga at framleiða rogn, tí rognaframleiðslan hevur verið ein stórur partur av samleikanum hjá Fiskaaling.
- Vit noyðast tó at ásanna, at fyritreytirnar fyri at framleiða rogn eru ikki til staðar longur. Framleiðslukervið hjá okkum er niðurslitið, kapasiteturin at framleiða er avmarkaður, og kappingin við útlendskar rognaveitarar er hørð.
Hon sigur, at tað at framleiða rogn tó bara er ein partur av virkseminum hjá Fiskaaling, tí felagið hevur nógv annað virksemi í gongd, sum hevur ment seg seinastu árini, bæði innan gransking, menning, ráðgeving og ymiskar tænastuveitingar, sum alivinnan brúkar.
Fiskaaling hevur gott samstarv við alifeløgini og sentralar aktørar í vinnuni. Bæði, tá ræður um dagligu uppgávurnar sum eitt nú at telja lýs, gera streymmátingar, meta um lúsaátið hjá rognkelsum og at kanna biofiltur. Eisini, tá ræður um at granska og menna vitan innan burðardygga aling, er felagið ein sentralur aktørur í vinnuni.
Stjórin vísir á, at eitt nú eru einar 15 ymiskar granskingarverkætlanir í gongd á Fiskaaling í løtuni, umframt at felagið hevur fleiri umsóknir um granskingarstuðul inni hjá Granskingarráðnum og altjóða granskingargrunnum.
- Næstu árini er ætlanin at halda fram við at fyrireika uppaftur fleiri spennandi granskingar-og menningarverkætlanir saman við føroysku alifyritøkunum.
Jóhanna Lava Køtlum sigur, at fyri Fiskaaling hevur tað avgerandi týdning støðugt at menna kunnleikastøðið í alivinnuni, bæði á sjógvi og landi umframt menning av alternativum alivinnum.










