Sjálvandi skulu vit hava eina lønarhækking sum stendur mát við lønarhækkingina, sjúkrarøktarfrøðingarnir og pedagogarnir hava fingið.
Tað siga bæði Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, og Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag við Sosialin, sum kemur nú seinnapartin.
Teir báðir siga, at tað er sjálvsagt, at tær sømdir, pedagogarnir, og serliga sjúkrarøktarfrøðingarnir hava fingið, fara eisini at fáa ávirkan á samráðingarnar, sum vera um nýggjar sáttmálar á privata arbeiðsmarknaðinu í vár og í heyst.
Georg F. Hansen sigur, at arbeiðarafeløgini kunnu ikki standa modell til at verkafólk skulu fáa minni í lønarhækking enn sjúkrarøktarfrøðingarnir og pedagogarnir hava fingið, so sjálvandi fara tey at krevja tað sama.
Hann sigur, at gera tey ikki tað, fer gjáin ímillum verkafólk, og aðrar stættir í samfelagnum, at veksa enn meiri og tað kunnu tey ikki lata um seg ganga.
Suni Simonsen sigur, at tað skal ikki vera nøkur loyna, at eisini handverkararnir fara at krevja eina lønarhækking upp á eini 10 prosent.
Hann viðurkennur, at tað verður dýrt, men hann staðfestir samstundis, at tað ber rætt og slætt ikki til at gera mun á teimum ymsu bólkunum í samfelagnum, sigur hann við Sosialin
Les meiri um alt hetta í Sosialinum, sum kemur nú seinnapartin í dag.