Sosialurin í Runavík: Tað er sjálvsagt, at vit eru við á eini fiskivinnustevnu.
Tað heldur Kristian Olsen úr Klaksvík.
Hann er við á fiskivinnustevnuni í Runavík.
Klaksvík er 99% fiskur. Skulu vit ikki vera við á eini fiskivinnustevnu, hvagar skulu vit so fara, spyr hann. Klaksvíksbásurin umboðar bæði Klaksvíkar Býráð, Klaksvíkar Havn og Norðoya Kunningarstovuni.
? Okkara uppgáva verður at upplýsa um tað, sum klaksvíkin hevur at bjóða, sigur hann, bæði sum býur og sum fiskivinnuhavn.
Við sær hava teir faldarar og annað tilfar um Klaksvík og Norðoyggjar sum heild og teir hava eisini faldarar frá Ferðaráðnum um Føroya Lands sum heild.
Hann sigur, at tað hevur verið fult av fólki á tí almenna klaksvíksbásinum og hann er bilsin av, hvussu nógv fólk hava biðið um faldarar. Serliga eru teir slopnir av við nógvar faldarar á enskum, so hann ivast ikki í, at hetta fer art kasta okkurt av sær seinni.
Annars eru fleiri virki úr Klaksvík við á stevnuni.