Sjálvandi eru teir blokerandi minnilutarnir misnøgdir

Kaj Leo Holm Johannesen
------

Nýggja politiska støðan við eini minnilutastjórn gevur nýggjar møguleikar fyri politiskum semjum og møguleikar at fáa mál í gjøgnum, sum áður hava verið blokerað av minnilutum í Løgtinginum.

Nýggjar tíðir
Vit hava nú sett skjøtil á eina broytingartíð í føroyskum politikki. Einstakir tinglimir kunnu ikki longur blokera mál og hóreiggja sær, sum teimum lystir.
Fólk eru troytt av, at minnilutar seta alt í veð - bæði samgongu og flokk - fyri at steðga málum, tey ikki persónliga kunnu taka undir við. Hetta hevur verið til stóran ampa fyri politiska arbeiðið og tarnað neyðugum reformum og broytingum í okkara samfelag.

Síðsti tingfundur er sum oftast baldrutur
Tað er ikki sørt, at teir sokallaðu ‘blokerandi’ minnilutarnir í Løgtinginum hava hug at ressast við, nú teir merkja, at politiska gongdin gongur teimum ímóti. Tosað verður um óskil í Løgtinginum seinasta dagin, áðrenn Løgtingið skuldi í summarfrí. Ført verður eisini fram, at stórur partur av uppskotunum, sum vóru samtykt, eru í andsøgn til politikkin hjá samgonguni og landsstýrinum.
Tó hevur seinasti tingfundur, alt sum eg veit um, verið merktur av spenningi og hørðum kjaki. So her er einki nýtt undir sólini. Somuleiðis taki eg undir við mestsum øllum uppskotunum, sum vóru samtykt. Lat meg nevna nøkur av uppskotunum:

Broyting í tingskipanini og ein rættarnevnd
Tað fyrsta málið var ein broyting í tingskipanini. Framyvir skal Løgtingið sleppa at viðgera øll mál. Áðrenn broytingina hevði tað verið so, at umsitingin hjá Løgtinginum kundi mæla til, at uppskot verða burturvíst, um umsitingin metir, at uppskot stríða ímóti eitt nú Heimastýrislógini ella Grundlógini. Men í roynd og veru er ikki talan um nakra beinleiðis broyting. Umsitingin kundi gera eitt tilmæli, og síðani skuldi Løgtingið avgera, um tilmælið skuldi fylgjast. Eg eri eisini sannførdur um, at vit fólkavaldu skulu tora at viðgera øll mál í Løgtinginum, men vit skulu altíð syrgja fyri, bæði í landsstýri og á Løgtingi, at okkara lógaruppskot virða altjóða sáttmálar og yvirskipaðar lógir, so sum Heimastýrislógina og Grundlógina.
Tað næsta málið var at skipa eina rættarskipanarnevnd at arbeiða við okkara rættarskipan. Hetta er eitt mál, sum landsstýrið eisini hevur umrøtt, og sum eg taki fult undir við. Málið um rættarskipan hevur verið viðgjørt í gomlu grundlógarnevndini og stjórnarskipanarnevndini. Málið er tískil ikki nýtt. Tá ið føroyingar hava yvirtikið ein part av rættarskipanini, er tað ein sjálvfylgja, at vit hava eitt forum av fakfólki, sum sleppur at arbeiða við einari rættarskipan.

Fullveldi
Tað triðja málið um at “skipa Føroyar sum fullveldi við uppskoti til samtyktar” skal eg ikki koma nærri inn á. Eg kann bert staðfesta, at tað verður ikki hetta uppskotið, sum ger Føroyar ”frælsar”. Hetta mál fór aftur í nevnd.

Loðsøkið
Hetta er eitt uppskot, sum upprunaliga var partur av samgonguskjalinum, og sum landsstýrismaðurin í vinnumálum ætlaði at leggja fram. Hesum uppskoti taki eg fult undir við, tí vit eiga sjálv at at skipa okkara loðstænastu.

Barnsins fyrsti sjúkradagur og Ferðaráð Føroya
Síðani var tað uppskot um barnsins fyrsta sjúkradag, sum kom ígjøgnum. Eg meini, at hetta er eitt mál millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Tó er alt, sum bendir á, at hetta lógaruppskotið hevði eisini komið ígjøgnumvið eini meirilutasamgongu.
Síðani kom eitt lógaruppskot um Ferðaráð Føroya. Hetta er eitt uppskot, sum hoyrir undir uttanríkismál, og eg fari at arbeiða víðari við málinum. Ætlanin er at hava eitt uppskot eftir ólavsøku um, hvussu eitt ferðaráð kann skipast uttan eyka umsitingarligar útreiðslur , og eg taki undir við ynskinum frá ferðavinnuni um at játta meira pening til marknaðarføring av føroyskari ferðavinnu.
Í hewsum báðum førum er talan um uppskot, sum eg ikki stuðlaði. Sum stjórnarleiðari má eg tó til eina og hvørja tíð viga støðuna. Í verandi støðu við eini minnilutastjórn er møguligt at fáa týdningarmikil mál ígjøgnum, sum hava verið blokerað av minnilutum. Í einari slíkari støðu kann verða neyðugt at góðtaka, at mál, sum man ikki tekur undir við, verða samtykt. Vit mugu virða meirilutan í Løgtinginum.

Buisness as usual
Tað hevur verið áhugavert at tosa við fólk, sum vóru í Løgtinginum seinastu vikuna, áðrenn Løgtingið fór til hús. Niðurstøðurnar vóru - ikki óvæntað - at tey, sum ikki sita við ávirkan, sóu kaos og ynsktu nýval, meðan tey, sum hava ávirkan ikki sóu støðuna annað enn “Business as usual”.