Norðurkoreanska stjórnin kunngjørdi í gjárkvøldið, at hon fer at senda ein av sínum fremstu diplomatum til USA seinni í hesum mánaðinum. Maðurin eitur Ri Gun og hevur verið við í samráðingunum, sum Norðurkorea hevur havt við grannalondini og USA um landsins kjarnorkuætlanir. Fyrr í vikuni segði norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-il, at Norðurkorea er sinnað at taka kjarnorkusamráðingarnar uppaftur, men at landið vil tingast við USA fyrst. Norðurkorea og USA hava ikki diplomatiskt samband, og norðurkoreanskir diplomatar eru sjáldsamir gestir í USA, skrivar AP.









