Sjáldsom tvílemba í Tjørnuvík

Í Tjørnuvík gjørdust tey stórliga bilsin í farnu viku, tá tey komu fram á eina ær við tveimum smálombum. Óvanligt er, at ein ær lembur so seint upp á árið, men ikki minni serstakt er tað, tá sama ær í vár lembdi tvey lomb

Tjørnuvík: Mikudagin í farnu viku lembdi ein ær hjá Súna Olsen í Tjørnuvík tvey pen veðurlomb. Hetta er óvanligt, men tað kemur meiri enn so fyri onkrastaðni, at lomb verða lembd so seint. Tað sjáldsama við lembingini í Tjørnuvík fyri lítlari viku síðani er, at sama tvæveturær, í vár eisini var tvílemba við tveimum veðurlombum.
– 22. november lembdi hon tvey pen veðurlomb. Hetta er sjáldsamt og stuttligt, men vit ynskja sjálvandi ikki lomb hesa ársins tíð, sigur Súni Olsen.
– Men tann 12. mai í ár lembdi ærin somuleiðis tvey pen veðurlomb, og tað er ikki ofta at ein ær lembir fýra lomb upp á eitt ár, heldur Súni Olsen fyri og smílist.

Eisini tvey í fjør
Talan er um eina tvævetur ær, sum nú hevur lembt fýra lomb upp á eitt ár. Henda prúða ær hevur roynst væl, og sum gjólingur fekk hon eisini tvey lomb.
– Ja, tann 23. apríl í 2005 fekk hon tvey gimburlomb, sigur Súni Olsen, sum heldur eitt vakið eyga við sínum seyði.
Saman við bróðurinum, Heðin Olsen, hevur hann 23 seyðir standandi inni um veturin. Átta ær og fimtan veðrar. So hava teir eisini nakað av seyði gangandi úti alt ári, og tilsamans fletta teir umleið 50 seyðir.

Ikki komið fyri áður
Nú sleppur tvílemban so at standa inni saman við lombum sínum fyri veturin.
– Hetta hava vit ikki roynt áður. Vit mugu føða tey sum best, tí tey koma at standa inni til einaferð í mai, og tá verður spennandi at fylgja teimum og vita hvussu tey roynast, sigur Súni Olsen.
Hann sigur seg ikki vita um, at hetta sum hann nú hevur verið úti fyri, er hent áður í Tjørnuvík.
– Eg veit onki um, at so hevur verið. Fyri nøkrum árum síðani fekk ein ær tvey lomb í november, men hon hevði so ikki lembt fyrr um árið, sigur Súni Olsen.
Súni sigur, at tað sjálvandi ikki er tað besta við lombum júst nú.
– Men vit velja at halda, at tað er bara stuttligt, flennir hann.