Sjáldsom samlisjúka: Nummarplátur á løgreglubilum

Summi savna frímerki, telefonkort og bilar. Onnur savna aðrar lutir, til dømis nummarplátur.

Øðrvísi kann tað ikki tulkast, tá nummarpláturnar vórðu tikin av einum løgreglubili, sum var í tænastu,  leygarkvøldið.
Av Politistøðini í Havn verður upplýst, at ein sivilur løgreglubilur stóð parkeraður við Smyrilsvegin í Havn hetta kvøldið.
Tá teir komu til bilin stutt undan midnáttarleitinum kundi løgreglan bert staðfesta, at onkur var farin avstað við nummarplátunum.
Enn er eingin handtikin fyri hetta brotið.