Í dag kom Silas Olofson fram á ein gulspurv á Viðareiði. Seinastu 25 árini eru gulspurvur bert einaferð áður skrásettur í Føroyum. - Hetta var enntá ein vakur steggi við vøkrum gulum høvdi og morreyðan drunn. Gulspurvur er eitt vet størri en gráspurvur, men hevur longri vel við hvítum síðum, sigur Silas Olofson.
Hann sigur, at gulspurvur eigur á meginlandinum í Evropa, og sæðst sjáldan í Føroyum.
- Hetta er sostatt bert aðru ferð, at slagið er skrásett í 25 ár her á landi. Tó eru fleiri eldri skrásetingar, sigur Silas Olofson, sum hevur stóran áhuga fyri fuglum og sum er nevndarlimur í Føroya Fuglafrøðifelag.