Sjáldsamur fuglur á Sandsvatni

Bara tríggjar ferðir er hann sæddur í Føroyum áður

Hesar seinastu dagarnar er ein øssvartur lómur, ein Gavia arctica á fakmáli, sæddur á Sandsvatni, skrivar www.faroenature.net

Hesin er eitt annað slag enn okkara vanligi lómur, sum eitur Gavia stellata, og hann er sera sjáldsamur í Føroyum.

Við vissu er hann bara eina einans ferð sæddur í Føroyum fyri 1950 og tvær ferðir eftir 1950.

Øssvartur lómur líkist nógv lómi, men er nakað størri. Í summarbúna er hann týðiligari svart og hvítur, meðan lómur er meira gráur. Bæði í vetrar- og summarbúna er hann hvítur aftarlaga upp í liðirnar.

Men vit hava onga mynd av sjáldsama gestinum, so vil nakar síggja hann, er bara at skunda sær á Sandsvatn.