Sjáldsamur fuglur reiðrast í Hvalba

- Sum tað hevði verið stuttligt at sæð nøkur smá blá høvd í reiðrinum seinni í summar, heldur fuglafrøðingurin, Jens-Kjeld Jensen.

- Lonasvala er sera sjáldsamur gestur í Føroyum á vári og sumri, og hóast hon hevur roynt at yngla her, hevur tað bert eydnast henni fýra ferðir.


Tað veit Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur, at siga. Hann vísir á, at fyrsta skrásetingin um lonasvalu er frá 1899 og fyrstu ferð, henni eydnaðist at yngla, var í 1956.


- So, langt er millum ungarnar, heldur fuglafrøðingurin fyri.

 

Men, tað sum hendir so sjáldan, er kortini hent í summar, nú eitt so fitt par hevur rokast dúgliga við at byggja eitt reiður í Hvalba. 


- Parið hevur flogið í pendulfarti við tilfari til reiðrið í nógvar dagar, men tá vit ikki hava stórvegis nøgdir av leiri í Føroyum, sum Lonasvalan vanliga brúkar at byggja reiðrið við, tekur tað nærum ongan enda. 

 

Jens-Kjeld Jensen vísir á, at parið flýgur aftur og fram við moldklumpum og smáum urtum, sum tey so klíggja aftrat reiðrinum.

 

- Sum tað hevði verið stuttligt at sæð nøkur smá blá høvd í reiðrinum seinni í summar, heldur fuglafrøðingurin fyri á sínari heimasíðu.