Sjáldsamur fiskur á Føroya Banka

Undir yvirlitstroling hevur Magnus Heinason fingið sonevndar reyðar knurrhanar á Føroya Banka Á heimasíðu sínari skrivar Fiskirannsóknarstovan, at reyður knurrhani einans er fingin við Føroyar fimm ferðir áður. Men hesa ferð vóru eini 35 fiskar í hálinum.

Hvør orsøkin er til at tað knappliga eru so nógvir reyðir knurrhanar á Føroyabanka, er ikki gott at vita. Tað kann vera tilvildarligt, men kann eisini vera av tí at sjógvurin er hitnaður nakað hesi seinastu árini, ella orsøkin er kanska ein heilt onnur ?. Tað er ilt at meta um og tað verður kortini ikki annað enn gitingar, tí nærri kanningar eru ongar gjørdar, til at finna eina orsøk.

Yvirlitstroling var eisini í mars mánaði á landgrunninum, men har fekst eingin reyður knurrhani.

Reyði knurrhani er annars ein fiskur sum livir frá Norðurnoregi til Gibraltar, suður til Vesturafrika, um alt Miðjarðarhavið umframt í Svartahavinum. Hann kann verða upp í 75 cm langur og livir vanliga á dýpum frá 20 til 300 m. Hann kennist lættliga frá knurrhana (Chelidonichthys gurnardus) á tí longu uggafjøðurini, ið røkkur aftur um gotið.