Hesin sera sjáldsami kvøldsveimarin vitjað í einum urtagarði í miðbýnum í Havn í dag og eydnaðist tað pikasjey.fo at fanga hann á filmi.
Hann eitur Lítil Drotningafirvaldur. Í bókini Firvaldar eftir Jens-Kjeld Jensen og Hans Eli Sivertsen stendur: "Ógvuliga sjáldsamur gestur. Sæddur tríggjar ferðir” - og nú í hvussu er fýra ferðir.
Lítil drotningarfirvaldur er 4-5 cm langur, og tá ið hann sýgur hunang úr blómum við langa sevlinum, hongur hann stillur í luftin við surrandi veingjum eins og ein kolibri. Kvøldsvemarar kunnu flúgva upp í 55 km um tíman.
Les meira um kvøldsveimarar her: http://pikasjey.fo/greinir/kvoldsveimaraattin