Sjáldsamur føroyskur pengaseðil seldur fyri 75.000 kr

Á uppboðsølu fyrr í dag var ein sera sjáldsamur føroyskur hundraðkrónuseðil seldur fyri 75.000 kr. Tað var navnframa auktiónshúsið, Bruun Rasmussen, í Bredgade í Keypmannahavn, sum seldi seðilin.

Talan var um ein hundraðkrónuseðil, sum var prentaður í H. N. Jacobsens prentsmiðju í 1940. Hesin “fyribilsseðilin” hevur “Zahle” (Jákup Olsen) teknað, og skorið út í linoleumsprent hevur Stig Rasmussen í oktobermánaði 1940, orsaka av seðlamangul. Teir “ordiligu” pengaseðlarnir komu ikki til Føroyar fyrr enn í november 1940, og seinni vóru hesir sjáldsamu “fyribilsseðlarnir” drignir innaftur.

Seðilin var virðismettur til 15.000 kr, og keyparin hevði hægsta boð áljóðandi 60.000 kr., og harafturat verður 25% í uppboðsølukostnaði lagt afturat boðinum, so samlaði prísurin gjørdist 75.000 kr.