Sjáldsamur føðingardagur

Rutt Jensen og Noomi Holm á Tvøroyri eru tvíburar.

Men tað sjáldama er, at tær ikki fylla sama dag, og ei heldur í sama mánaði.

Nú runda tær seksti. Rutt fyllir í dag, og Noomi í morgin.

Í staðin fyri at halda dagin ella dagarnar á Tvøroyri valdu tær at fara til Keypmannahavnar, og í kvøld fara tær í býin at eta eina góða máltíð saman við nøkrum av børnunum.

- Tá ið eg var yngri, helt eg altíð føðingardagin saman við systir míni. Tá var eg so kedd av, at eg bara hevði føðingardag fjórða hvørt ár, men nú sigi eg bara, at eg eri so ung, sigur Rutt Jensen.

Hon helt, at tær skuldu gera nakað serligt burturúr í ár, tí hon fyllir ikki runt aftur, fyrr enn hon fyllir 80 ár.