Sjáldsamt val í Húsa Kommunu

20. apríl verður eitt heldur sjáldsamt val í Húsa kommunu. Veljast skulu bara ein kommunustýrislimur og tveir eykalimir. Orøkin er, at kommunustýrið ikki er fullmannað, og eingir eykalimir eru eftir. Hetta valið er eisini sjáldsamt í aðrar mátar. Valevnislistarnir skuldu verða inni í seinasta lagi 30. mars, og eftir lógini um kommunuval áttu listarnir at verið lagdur fram beinanvegin, soleiðis at høvi var hjá fólki at gera neyðugar rættingar.

Nú eru bara 13 dagar til valið, og framvegis eru listarnir ikki almannakunngjørdir.

Eftir lógini skuldu valkort verið send út í seinasta lagi í gjár, upplýsir Innlendismálaráðið.

Við tað at tað dregur út við at kunngera listarnar, verður trupult at velja hjá teimum, sum skulu brævatkvøða.