Silas Olofson, fuglafrøðingur, hevur sett saman eitt lítið filmsbrot, ið vísir nakrar av heilt sjáldsomu gestunum, sum hava vitjað Føroyar í heyst.
Á heimasíðu sínari sigur hann, at heystið hevur verið heilt einastandandi, hvat skráseting av flytifugli viðvíkur. Hann nevnir í einum uppsamlandi yvirliti 19 sjáldsom fuglasløg, sum hann hevur sæð í Føroyum í heyst. Fimm teirra eru skrásettir fyri fyrstu ferð nakrantíð í Føroyum.
Í Facebookbólkinum Fuglar í Føroyum leggja fólk javnan myndir út, sum fuglakøn, so sum Silas Olofson eisini váttað eru sjáldsamir at síggja her hjá okkum og í onkrum førum í Evropa yvirhøvur.
Silas Olofson hevur áður greitt frá, at tað er serliga eftir illveður og ódnarveður, at ókendir fuglar eru at síggja á okkara leiðum.










